* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska skaðanevndin hevur funnið veikleikar við KNM Helge Ingstad, sum liggur sokkin eftir ein samanstoyt fyrr í mánaðinum.

Norsk skaðanevnd finnur veikleika á fregatt

Ein aksil við holi í hevur sprænt vatn á fregattina, og manningin hevur tikið feil av einum terminali og einum skipi. Ein slíkur feilur kann vera í øllum norskum fregattum.

 

Tað er fyribils niðurstøðan hjá norsku skaðanevndini eftir samanstoytin millum KNM Helge Ingstad og Sola TS í Hjeltefjørðinum í Hordaland hin 8. november.

 

Í frágreiðingini hjá skaðanevndini stendur millum annað:

 

• KNM Helge Ingstad tók feil av ljósunum frá tangabátinum við ljósini frá einum oljuterminali, og helt tí, at skipið kundi snara í stýriborð.

• Ein “trygdarkritiskur” veikleiki gjørdi, at vatn sprændi á skipið gjøgnum ein av skrúvuakslunum. Hesin veikleikin kann eisini vera til staðar á hinum fýra fregattunum hjá norsku sjóverjuni.

• Vaktarskifti var á brúnni beint áðrenn samanstoytin.

 

 

Sambært skaðanevndini sá manningin á Helge Ingstad altso ikki mun á ljósunum á Stureterminalinum og teimum frá tangabátinum Sola TS. Manningin á Sola TS bað fregattina snara í stýriborð, men sambært frágreiðingini metti manningin á Helge Ingstad, at tað hevði ført skipið beint inn í upplýsta lutin.

 

Eftir samanstoytin fyltust trý vatntøtt rúm við sjógvi: Generatorrúmið har afturi, uppihaldsøkið hjá meinigu manningini og eitt goymslurúm. Manningin mett, at skipið tá hevði vánaliga stabilitet, men at skipið kortini kundi bjargast.

 

Skipið sigldi seinni móti land – til tað rakti strandaði. Og har sakk KNM Helge Ingstad.

 

137 fólk vóru við fregattini, og øll komu frá hendingini á lívi.

 

Kelda: Ingeniøren