* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Somnio verður heimsins størsta stuttleikaskip.

Gongur sum ætlað, fer heimsins størsta stuttleikaskip av bakkastokki í 2024. Norska skipasmiðjan, Vard, hevur gjørt sáttmála um Somnio, eitt stuttleikaskip, sum skal verða 222 metrar langt og 27 metrar breitt. Umborð verða 39 marglætisíbúðir. Vard Søviknes-skipasmiðjan skal handa eigaranum skipið á vári í 2024.

 

Maritimt.com skrivar, at Somnio hevur valt tveir av heimsins fremstu arkitektum og sniðgevarastovum til ætlanina; Tillberg Design í Svøríki og Winch Design í Bretlandi.

 

Skipið skal lúka strangastu krøvini fyri trygd, umhvørvi og rakstrur. Hetta er úrslitið av samstarvi millum Somnio, Fincantieri og Vard.

 

Skrokkurin verður smíðaður á Vard Tulcea-skipasmiðjuni hjá Vard í Rumenia, áðrentt tað verður sleipað til Vard Søviknes í Noregi, har útgerð verður sett umborð, og har skipið verður gjørt liðugt og handað eigarunum.

 

Vard sigur í einum tíðindaskrivi, at arbeiðið fer at fevna um eina røð av feløgum – bæði innanhýsis í Vard-samtakinum og hjá útvegarum í sjóvinnuni.

 

Erik Bredhe, skipsførari hjá Somnio, sigur millum annað:

 

- Vit eru takksom fyri, at frálíka skipasmiðjusamtakið, Vard, tekur sær av hesi heilt óvanliga spennandi ætlanini. Somnio, sum merkir “at droyma” á latíni, verður heimsins størsta stuttleikaskip, sum fer at bjóða fínastu íbúðirnar, tú kanst fáa á einum kjøli. Vit síggja fram til at síggja hetta frálíka vakra stuttleikaskipið sigla í 2024, sigur Erik Bredhe.

 

Kelda: Maritimt.com