* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norsk tøkni til Topaz Marine

Topaz Marine í Dubai fær í hesum døgum fyrstu tvey akkersskipini við diesel-ravmagns framdrátti frá Stadt AS í Gjerdsvika í Noregi.

 

Frammanundan hevur reiðaríið 90 skip í flotanum, og seinni í ár fær Topaz Energy & Marine tveir nýbygningar aftrat frá Vard Brattvaag. Tað eru skipini Topaz Tiamat og Topaz Tangaroa.

 

Hallvard Slettevol, stjóri í Stadt, heldur sáttmálan vera rættiliga týdningarmiklan fyri teirra felag.

 

- Stadt-tøknin er eindømi í heiminum, tí hon er ment við sonevnda “Lean-hugsunarháttinum”, nakað, sum verður alt betur dámt av mongum í hesum døgum. Stadt Lean Propulsion hevur við sær nógv lægri orkunýtslu, minni umhvørvisútlát, og dyggari rakstur av skipunum upp á sikt, slær Slettevoll fast.

 

Skipini, sum Stadt hevur latið tøknið til, eru Topaz Master og Topaz Mariner, og eru smíðað á Hangtong-skipasmiðjuni í Kina.

 

Í dag nýta meira enn 30 skip serligu Lean-tøknina frá Stadt.

 

Kelda: Maritimt Magasin