* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norska bakmanspolitiið yvirtekur kanningina av Tide Carrier

Norska bakmanspolitiið, Økokrim, yvirtekur kanningina av einum skipi, sum varð hildið aftur í Norra, tá tað var á veg til strendurnar í Pakistan til upphøggingar.

Skipið Tide Carrier, sum síðani skifti navn til Harrier, fór á land í februar út fyri norsku strondini á veg úr landinum.

Tá norsku umhvørvismyndugleikarnir fóru umborð á skipið undir einum eftirliti, funnu teir út av, at tað hevði kós ímóti Gadani-umráðnum í Pakistan. Her skuldi tað upphøggjast á einum beaching-verki, hóast tað ikki hevði neyðugu loyvini.

Norsku myndugleikarnir meldaðu tí eigararnar av skipinum til politiið fyri at hava brotið lógina.

Síðani februar hevur lokala politiið kannað málið, men tað verður nú sent víðari til norska bakmanspolitiið, skrivar Sysla, sum vísir til eina grein í Aftenbladet.

"Málið er sera umfatandi og hevur træðrir til útlandið, og tí yvirtaka vit málið," siger politiadvokaturin Magnus Engh Juel í Økokrim við Aftenbladet.

Norska Eide Marine Group hevur fyrr átt skipið, men seldi tað í 2015 til Julia Shipping. Sambært Shipbreaking Platform hevur Julia Shipping samband við ein sokallaðan cash buyer.

Síðani skipið varð hildið aftur, hevur tað ligið svínabundið í eini norskari havn. Fleiri av manningini eru tó framvegis umborð, tí ongin vil taka ábyrgdina av hvørki skipi ella manning.

Kelda: shippingwatch.dk