* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av reikferðaskipunum hjá Hurtigrutuni, rannsóknarskipið M/S Fram.

Norska Hurtigrutan kann fara á heysin

- Hurtigrutan er í vanda fyri at fara í heysin, og umleið 3.000 sjófólk kunnu missa arbeiðið, um norski staturin ikki lænir felagnum pening. Tað sigur Jørn Lorentzen, høvuðsálitisfólk, við Skipsrevyen.

 

Jørn Lorentzen vísir púrasta aftur uppáhaldið um, at Hurtigrutan nýtir koronakreppuna sum jarnbrot fyri at fáa meira stuðul og hjálp frá tí almenna til rannsóknarskipini hjá felagnum.

 

- At útlendsk sjófólk framvegis mynstra umborð á rannsóknarskipini við nógv lægri løn, verður gjørt í fullari semju við álitisfólkaskipanina og í solidariteti við útlendsku starvsfelagar okkara, sigur Jørn Lorentzen.

 

- Eg eri errin av reiðarínum í teirri støðu, tað er endað í, sigur hann.

 

Jørn Lorentzen sigur, at teirra fokus nú er at fáa “strandaskipini” í gongd aftur. Og hann vísir á, at tað hevði verið fullkomiliga ábyrgdarleyst at sett tey í sigling aftur, uttan fíggjarligan styrk frá tí almenna.

 

- Gera vit tað, fara vit at sigla við stórum hallum, sum vit ikki megna at vinna innaftur. Og millum annað tí eru 3.000 størv í vanda, sigur Jørn Lorentzen.

 

Kelda: Skipsrevyen