* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reikferðaskipið hjá norsku Hurtigrutuni, Roald Amundsen, fer at sigla upp á Alaska við ferðafólki frá 2020.

Norska Hurtigrutan satsar uppá Alaska

Norska Hurtigrutan víðkar reikferðaskránna til eisini at umfata Alaska. Tað verður skipið, Roald Amundsen, ið fer at taka sær av hesi farleiðini.

 

Hurtigrutan bjóðar nú fleiri enn 250 ferðamál í meira enn 30 londum - frá póli til pól. Fleiri nýggj ferðamál eru á skránni frá 2020, ferðamál, sum bæði norðmenn og onnur kunnu uppliva.

 

Reikferðirnar ella rannsóknarferðirnar hjá Hurtigrutini til Alaska er ein blandingur av órørdari náttúru, ríkum djóralívi, søgu og mentan.

 

- Alaska er sum gjørt til rannsóknarferðir, og Alaska og Hurtigrutan rigga væl saman. Vit fara at sigla til øki og havnir, sum stóru reikferðaskipini ikki kunnu sigla til, og vit fara at bjóða teimum ferðandi tað veruliga Alaska, sigur samtaksstjórin í Hurtigrutuni, Daniel Skjeldam.

 

Fyri at geva gestunum umborð á Roald Amundsen so góða uppliving sum tilber, vera fleiri serfrøðingar við á ferðini, millum annað jarðfrøðingar, lívfrøðingar, søgufrøðingar og onnur.

 

Kelda: Skipsrevyen