* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norska Hurtigruten fer at brúka hybridskip frá 2019

Hurtigruten í Norra setur í 2019 heimsins tvey tey fyrstu hybridriknu ferðamannaskipini í rutusiglingina framvið norsku vesturstrondini, skrivar reiðaríið í tíðindaskrivi. Tey bæði skipini eru undir bygging nú á Kleven skipasmiðjuni í Ulsteinvik.

Tað 124 ára gamla reiðaríið noyddist herfyri út í kapping um at varðveita siglingina framvið norsku vesturstrondini, sum hevur verið við til at ímynda reiðaríið. 

Tað hendi, tá siglingin upp á mongu havnirnar varð send í útboð - býtt í tríggjar rutur. Eftir at hava drálað eitt sindur, boðaði Hurtigruten frá, at tey bjóða upp á allar ruturnar. 

Í dag hevur reiðaríið 11 skip siglandi á vælumtóktu rutuni úr Bergen í suðri til Kirkenes í norði. Og frá summarinum 2019 verður talið 13, tá tveir nýbygningar, MS Roald Amundsen og MS Fridtjof Nansen, verða settir í sigling.

Tey bæði ferðamannaskipini eru 140 metrar long, 23,6 metrar breið og kunnu taka 530 ferðafólk hvørt í 265 kømrum - helvtin av teimum við svala.

Kelda: Hurtigruten