* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norska løgreglan: Trý eru undir illgruna

Loðsurin á tangabátinum, vaktleiðarin á Helge Ingstad og eitt starvsfólk hjá ferðslusentralinum á Fedje eru undir illgruna eftir óhappið, tá ein tangabátur og ein fregatt stoyttu saman í 2018, og fregattin sakk.

Norska fregattin, Helge Ingstad, og tangabáturin, Sola TS, stoyttu saman hin 8. november í fjør, og Helge Ingstad sakk stutt eftir. Fregattin lá á havsins botni í fýra mánaðir, men er nú tikin uppaftur.

- Trý fólk eru skrásett sum verandi undir illgruna í málinum. Loðsurin á Sola TS kom tíðliga undir illgruna, og síðani eru vaktleiðarin á Helge Ingstad og eitt starvsfólk á ferðslusentralinum í Fedje eisini skrásett sum verandi undir illgruna, sigur eitt umboð fyri ákærumyndugleikarnar við norska kringvarpið, NRK.

Loðsurin á Sola TS er undir illgruna fyri at hava brotið trygdarreglurnar í sjófartslógunum. Tað merkir, at spurningur verður settur við, um skipið var á rættari kós í økinum, og um tað gav røtt tekin frá sær til skipið, sum kom ímóti teimum. 

Vakthavandi á fregattuni hevði ábyrgdina á brúnni, tá samanstoyturin hendi.

Ilgrunin til starvsfólkið á ferðslusentralinum snýr seg um høpisloysi í tænastuni.

- Hann hevði sjálvstøðuga ábyrgd sum ferðsluleiðari í økinum, og ferðslusentralurin kann metast sum ferðsluløgregla í økinum, verður sagt.

Kelda: Skipsrevyen