* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norska Maskinmeistarafelagið svarar føroyingum

Í fjør var ætlanin, at norska maskinmeistarafelagið skuldi koma á vitjan í Føroyum, men hetta varð av ongum. Men í samskifti millum bæði maskinmeistarafeløgini sæst, at norska maskinmeistarafelagið hevur svarað fleiri spurningum frá føroyskum maskinmeistarum í Noregi.

 

Spurningarnir, sum føroyskir maskinmenn í Noregi hava sett norska maskinmeistarafelagnum, snúgva seg millum annað um løn í frítíðum, um løn í arbeiðsloysi, um løn við sjúkramelding og líknandi.

 

Løn í frítíðum

Ein føroyingur í Noregi spyr, um hann fær løn, tá henn heldur feriu. Hann siglir við einum NIS-NOR-skipi, og er føroyskur (danskur) ríkisborgari. Norska maskinmeistarafelagið svarar føroyinginum, at NAV (Arbeids- og velferdsforvaltningen) rindar dagpening til norðurlendsk sjófólk treytað av, at viðkomandi er limur í norsku “fólkatrygdini”. Tað er galdandi, um hann ella hon annaðhvørt:

 

a)    Er arbeiðstakari á einum norskum skipi í uttanlandssigling, sum er skrásett í vanligu norsku skipaskrásetingini, uttan tá viðkomandi er arbeiðstakari hja einum útlendskum arbeiðsgevara, ið rekur handil umborð, ella

b)    Siglir við einum norskum fiskiskipi.

 

Løn undir arbeiðsloysi?

Føroyingur, sum hevur siglt við einum NOR-skrásettum skipi, og sum hevur verið sjálvboðin limur í norsku fólkatrygdini, hevur krav uppá at fáa stuðul frá NAV í Noregi.

 

Føroyingar, sum hava siglt við NIS-skrásettum skipum fáa hinvegin ikki stuðul frá NAV. Teir noyðast at venda sær til føroysku myndugleikarnar.

 

Sjúkramelding og barnsburðarfarloyvi

Flestu sáttmálarnir geva tær rætt til fasta løn í 12 mánaðir við sjúku. Burtursæð frá tí eru somu reglur galdandi, sum fyri arbeiðsloysi.

 

Tá tað kemur til barnsburðarfarloyvi eru reglurnar soleiðis, at føroyskur ríkisborgari, sum hevur siglt við einum NOR-skrásettum skipi, og hevur verið sjálvboðin limur í norsku fólkatrygdini, hevur krav upp á útgjald frá NAV í Noregi.

 

Føroyskur ríkisborgari, sum hevur siglt við einum NIS-skrásettum skipi, hevur ikki krav uppá útgjald frá NAV, um viðkomandi fer í barnsburðarfarloyvi.

 

Annars upplýsir norska maskinmeistarafelagið, at reiðarí eiga at hjálpa hvørjum einstøkum. Mælt verður til, at álitisfólk fara á fund við reiðaríið fyri at gera greitt, at viðkomandi hevur tamarhald á viðurskiftunum, áðrenn farið verður víðari til myndugleikarnar.