Skipini skulu setast í sigling millum Holland, Oslofjørðin og norður framvið norsku strondini til Hammerfest. Nor Lines roknar við, at skipini koma í sigling í seinna hálvári í ár..
MV«Kvitbjørn» kallast fyrra skipið. Bæði skipini skulu rekast við gassi. Nor Lines sigur, at hetta er fyrsta stigið á leiðini móti umhvørvisvinarligum flutningsloysnum í Norðurevropa.
Tey bæði skipini hava eitt nýment skrokksnið og framdriftsanlegg, ið sambært reiðarínum skal vera við til at geva góðsflutninginum sjóvegis ein stóran kappingarfyrimun mótvegis øðrum loysnum.
Minni útlát

Gass sum rakstrarevni skal avmarka veðurlagsútlátið við umleið 35 %.

Harumframt verður onki sótútlát, samstundis sum útlátið av NOx minkar við ikki minni enn 90 %.


Kelda: NRK