* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norska sjóverjan byggir trý nýggj skip

Vard skipasmiðjan í Langsten sær út til at toga longsta stráið í kappingini um at sleppa at byggja trý nýggj skip til norsku sjóverjuna. Skipini, ið verða 9.800 tons hvørt, eru mett at kosta 2 miljardir norskar krónur hvørt.

Leiðslan á Vard skipasmiðjuni sigur við Tradewinds, at teir eru bodnir til ’framhaldandi samráðingar’ um byggingina av teimum trimum skipunum, harav tað fyrsta skal latast í 2022. Men fyrst skal norska Stórtingið tó játta pening til byggingina.

Tríggjar skipasmiðjur hava givið tilboð upp á at byggja skipini: Westcon Group, Kleven Verft - og su nevnt Vard.

Tey trý systurskipini verða 136,4 metrar long og 19 metear breið. Tey verða bygd til ísklassa1A F, og mesta ferðin verðurr 22 knob.

Pláss verður fyri 100 persónum umborð á hvørjum skipi, sum fara at kunna klára seg í 2 mánaðir uttan nýggja útgerð av provianti og brennievni.

Kelda: Tradewinds