* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg.

Norska sjóvinnan kann minka við 25 prosentum

Maritimt Forum í Noregi hevur gjørt eina kanning, sum vísir, at norska sjóvinnan kann minka við 18 prosentum - ella við heili 25 prosentum í ringasta føri. Maritimt Forum er stovnur, sum bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar í norsku sjóvinnuni eru limir í.

 

Greiningin hjá Maritimt Forum vísir, at arbeiðspláss í sjóvinnuni kunnu minka við 25 prosentum, og at umsetningurin eisini kann minka við 25 prosentum.

 

- Partar av fiskiídnaðinum vóru ikki komnir nóg væl undan undanfarnu kreppuni, fyrr enn næsta kreppan herjaði. Tað merkir, at ov nógvar og stórar íløgur eru gjørdar í til dømis frálandsarbeiðið í Brasil, og har er ein velduga stórur yvirkapastetur, sigur norski forsætisráðharrin, Erna Solberg.

 

Forsætisráðharrin hittu í farnu viku eina røð av leiðarum innan framtíðargransking og grøna tøkni, fyri at tosa um, hvussu Noreg frægast skal koma burturúr koronakreppuni.

 

- Ein røð av tiltøkum kunnu í framtíðini fáa týdning fyri reiðaravirksemið og skipasmiðjurnar. Eg haldi, at mest nýtta orðið á hesi ráðstevnuni var Grøn Skipaætlan. At fáa gongd og vøkstur á tí økinum kann fáa stóran týdning, heldur Solberg.

 

Bjarga rakstrinum

Forstjórin í Norska Reiðarafelagnum, Harald Solberg, er greiður yvir, at reiðarí í verandi støðu noyðast at setðga menningini av ymsum ætlanum, millum annað ætlanum við nýggjari tøkni. Nú snýr tað seg um at bjarga rakstrinum gjøgnum kreppuna.

 

Kelda: Skipsrevyen