* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Her søkkur framkomni norski línubáturin, Fay, í ein landnyrðing úr Honningsvåg í Noregi, leygardagin.

Norska skaðanevndin kannar norskt skipbrot

Norska Skaðanevndin hevur gjørt av at kanna umstøðurnar kring skipbrotið, tá MS Fay sakk í ein landnyrðing úr Honningsvåg leygardagin.

 

- Vit gava umrøtt málið, og hava gjørt av at seta eina kanning í verk, sigur stjórin í Skaðanevndini.

 

Tólv mans vóru við “MS Fay”, tá nýmótans línubáturin fór at leka um 11-tíðina fyrrapartin leygardagin og fekk stóra slagsíðu. Hálvantriðja tíma seinni, klokkan 13.25, sakk skipið.

 

- Vit gera, hvat vit kunnu, fyri at finna útav, hvat hendi, hví og hvat vit kunnu gera fyri at forða fyri einari endurtøku. Tað merkir millum annað, at samrøður skulu gerast við manningina, sigur stjórin í Skaðanevndini.

 

Skaðanevndin hevur 60 dagar at gera kanningar í, og stjórin í Skaðanevndini heldur, at nú skal farast gjølliga til verka, so kanningarfólk ikki fara at detta um egin bein ella um beinini hjá øðrum.

 

MS Fay varð smíðaður á Stadyard-skipasmiðjuni í Raudeberg, og varð latin eigarunum í 2018. Hann var 20,99 metrar langur og tíggju metrar breiður. Skipið var í fimm hæddum frá botni upp á brúnna, og innrættað var soleiðis, at serstakliga væl varð farið við fiskinum.

 

Kelda: Skipsrevyen