* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Viking Sky við blackouti nærindis landi - í keðiligum veðri.

Norska skaðanevndin: Tí fekk “Viking Sky” blackout

Í gjár legði norska Skaðanevndin fram frágreiðingina í sambandi við reikferðaskipið, Viking Star, sum kom í álvarsligar trupulleikar í Hustadvika í Noregi í mars í ár.

 

“Smyrjioljustigið til allar dieselgeneratorarnar varð hildið niðri á 28-40%. Framleiðarin, MAN, mælir til at halda smyrjioljustigið á 68-75% kapasitet,” skrivar Skaðanevndin.

 

Dieselgeneratorarnir lokaðu síðan av sum avleiðing av lága tangastignum (sumpniveau), blanda við rullinum. Allir tríggir dieselgeneratorar lokaðu eftir 19 minuttum, sum førdi til blackout og at skipið steðgaði øllum framdrátti.

 

Skaðanevndin skrivar, at áðrenn sjálvt blackoutið fóru 18 alarmar í gongd, alt alarmar, sum vístu ov lágt oljustig umborð. Haraftrat var ein av høvuðsmoturunum koplaður úr, tí hann varð umvældur.

 

Sum avleiðing av hesum verður mælt øllum reiðaríum at syrgja fyri, at stigið í smyrjioljutangunum samsvarar við tilmælið hjá motorframleiðaranum, og at fylt verður á í góðari tí, um sagt verður frá ringum veðri.

 

Kelda: Skipsrevyen