* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Color Hybrid, sum Color Line eigur.

Norska stjórnin hevur stongt havnirnar

Norska stjórnin hevur gjørt av at stongja norskar havnir. Tað ger stjórnin fyri at tryggja sær, at coronavirusið ikki breiðir seg ov nógv.

 

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, upplýsti á einum tíðindafundi leygarkvøldið, at norskar havnir verða stongdar. Og tær vórðu stongdar frá kl. 8.00 í gjáramorgunin, altso mánamorgunin.

 

- Útlendsk ferðafólk, sum kom í norska havn, verður burturvíst, sigur Erna Solberg, forsætisráðharri.

 

Avgerðin varð formelt staðfest á stjórnarfundi sunnudagin.

 

- Vit gera hetta fyri at verja okkum ímóti smittuni og fyri at kunna vísa fólki burtur, sum ikki er skrásettir norskir ríkisborgarar, segði Erna Solberg.

 

Eins og í Danmark og Føroyum fara tey at fáa vørur og mangt annað til Noregs hesa tíðina, upplýst Erna Solberg.

 

Kelda: Skipsrevyen