
Norska sjóverjan hevur saman við eini norskari fyritøku ment eitt undirvatns-far, sum kann nýtast til at finna út av herverki móti rørleiðingum og fipurkaðalum á havbotninum.
Norski verjustovnurin (FFI) hevur saman við norsku fyritøkuni Kongsberg ment útgerð og ritbúnað, sum kann leggja til merkis óynsktar lutir fram við rørleiðingum og fipurkaðalum.
Tað skrivar TU.no.
FFI og Kongsberg hava nevniliga ment farið “Hugin AUV” (autonomous unmanned vehicle).
Hugin kann útgerast við nógvum sløgum av skyntólum/sensorum, ekkoloddum og myndatólum, og kann kava niður á fleiri túsund metrar dýpi, og sum kann arbeiða í fleiri dagar á rað – eitt sindur treytað av slagi, uppseting, útgerðarslag- og dýpi. Farið verður eitt strekki við AUV-aranum, og tá strekkið so verður “koyrt” umaftur, kunnu myndirnar greinast til tess at síggja broytingarnar.
Soleiðis kann norska sjóverjan í størri mun verða før fyri at avdúka møgulig herverk.
Kelda: Søfart