* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fregattin, KNM Helge Ingstad, sakk stutt eftir samanstoytin við ein tangabát.

Norska verjumálaráðið fyrireikar risakrav

Sambært norska miðlinum, ABC-nyheter, er norska verjumálaráðið í ferð við at fyrireika eitt risakrav ímóti reiðarínum, ið átti tangabátin, sum herfyri stoytti saman við norsku fregattina, KNM Helge Ingstad. Norska fregattin sakk stutt eftir.

         

Kravið upp á 3,23 milliardir danskar krónur er virðið á norsku fregattini, og tá eru vápnini, sum hava umleið 600 milliónir krónur í virði, íroknað.

 

Norska verjumálaráðið leggur dent á, at orsøkin til samanstoytin framvegis ikki er greið, og at endurgjaldskravið tískil onki hevur við skuldarspurningin at gera, men er ein trygging av møguligum krøvum.

 

Fyrr er komið í ljósmála, at tangabáturin hevði øll neyðug ljós ílagi, og at yvirmenn á tangabátinum fleiri ferðir royndu at koma í samband við fregattina. Teir ávaraðu eisini áhaldandi um, at fregattin stevndi beint ímóti stóra tangabátinum, og at stórur vandi var fyri samanstoyti.

 

Tað er eisini komið fram, at yvirmenn á brúnni á fregattini hildu, at ljósini frá tangabátinum vóru ljós á einum havnarlagi.

 

Kelda: Maritime Danmark