* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norskar ferjur kunnu nú skrásetast í NIS

Norski ídnaðarmálaráðharrin Torbjørn Røe Isaksen hevur kunnað leiðsluna í Color Line og sjómansfelagsskapir um, at ein broyting verður gjørd í reglunum, sum heimilar Color Line at flagga síni skip um frá Norsk Ordinært Skipsregister (NOR) til Norsk Internasjonalt Skipsregister (NIS).

Color Line hevur mælt til eina slíka broyting í fleiri ár, tí tey halda, at kappingarligu óvansarnir við at hava skip skrásett í NOR eru vorðnir ov stórir. Undanfarna stjórnin kom reiðarínum á møti við eini nettolønarskipan, so øll starvsfólkini á ferjunum hjá Color Line fingu nettoløn útgoldnað.

Sjómansfelagsskapirnir vóru ímóti og eru vónbrotin um avgerðina. Teir halda, at ídnaðarmálaráðið hevur sett 700 norsk størv í vanda við uppskotinum. Roknað verður nevniliga við, at Color Line fer at skifta matstovustarvsfólkið á teimum báðum Kiel-ferjunum út við starvsfólk úr øðrum londum, har lønirnar eru lægri enn í Norra, um skipini verða umflaggað.

Kravt verður ikki av NIS-skipum, at tey skulu hava norsk lønarviðurskifti umborð, eins og galdandi er á skipum, sum eru skrásett í NOR. Ídnaðarmálaráðharrin heldur, at hann hevur bjargað 2.500 arbeiðsplássum, alt starvsfólk í Color Line, við at broyta reglurnar og harvið forða fyri, at Color Line flytir øll skipini undir donsku altjóða skrásetingina (DIS).

Kelda: Sysla Maritim