* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norskar oljuætlanir renna saman við veðurlagsmál

Norsku ætlanirnar um at fara undir framleiðslu av olju og gassi í nýggjum framtíðar økjum, eru í vanda fyri at renna saman við málunum um at skerja alheims útlátið av vakstrarhúsgassum. Tað vísir ein frágreiðing frá veðurlagstankasmiðjuni Oil Change International, sum norska blaðið Dagbladet hevur fingið innlit í, skrivar Dagens Næringsliv.

Ætlanin um nýggjar verkætlanir við olju- og gassøkjum ber í sær, at norska útlátið fer uppum tað, sum skal til fyri at røkka veðurlagsmálunum í veðurlagsavtaluni, ið varð gjørd í París 2015.

Sambært miðlunum hava framtíðar ætlanirnar við sær 150 pst. meiri útlát enn úr økjunum, sum í dag eru í rakstri. Harvið verður Norra sjeyndstørsti útflytari av útláti.

"Hetta merkir í mínum hugaheimi, at vit mugu steðga við at leita eftir olju og gassi. Ongin sigur, at vit skulu pilka kranarnar niður í morgin, men tað minsta vit kunnu gera er at steðga við leitingini," sigur Silje Ask Lundberg, leiðari á Naturvernforbundet, við Dagbladet. 

Kelda: shippingwatch.dk