* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norskar skipasmiðjur byggja skrokkar uttanlands fyri miljardir

Seinastu tvey árini hava vorskir reiðarar og skipasmiðjur bílagt umleið 60 skrokkar á útlendskum skipasmiðjum fyri 3,5 miljardir norskar krónur. Tað vísir ein útrokning, sum Skipsrevyen hevur gjørt við grundarlagi í tølum frá Eksportkreditt og Norske Skipsverft.

Av hesum verður roknað við, at Eksportkreditt Norge fíggjar 15-20 skip. Vanliga kosta skrokkarnir  umleið 15 prosent av samlaða kostnaðinum.

Sambært Norske Skipsverft er miðalprísurin fyri skip yvir 50 miljónir, sum eru bygd ella bíløgd á norskum skipasmiðjum í árunum 2016 og 2017, upp á 381 miljónir norskar krónur.

Verður roknað við, at sami miðalprísur er galdandi fyri tey 60 skipini, hvørs skrokkur verður bygdur uttanlands, er líkt til, at norskar skipasmiðjur og reiðarar hava bílagt skrokkar uttanlands fyri minst 3,5 miljardir norskar krónur seinastu tvey árini.

Haraftrat koma øll skipini, sum eru bygd fyri norskar reiðarar á norskum skipasmiðjum til norska marknaðin, sum higartil ikki hava verið umfatað av fíggingarskipanini hjá Eksportkreditt, og sjálvandi øll skip, sum eru bygd við útlendskum skrokki uttan fígging frá Eksportkreditt.

Flestu skrokkarnir verða bygdir í Póllandi, Rumenia og Turkalandi.

Kelda: skipsrevyen.no