* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norski handilsflotin er metstórur

Norski handilsflotin er í dag størri enn nakrantíð í sjóvinnusøgu landsins. Sambært VesselsValue hevur norski flotin eitt virði upp á 38,2 miljardir USD, aftaná Týsklandi og frammanfyri Singapore. Grikkaland liggur ovast á listanum við meira enn 94 miljardir USD. Síðani koma Japan, Kina og USA.

”Hóast avbjóðandi marknaðarviðurskifti hava verið í fleiri ár, hava vit nú fleiri skip undir norskum flaggi enn nakrantíð fyrr”, segði Sturla Henriksen, stjóri í norska reiðarafelagnum, í eini røðu við ein døgurða í sambandi við setanina av NorShipping fyrr í vikuni.

”Flotin fevnir um umleið 1.800 skip, harav umleið ein triðingur eru frálandseindir, meðan restin virkar innan vanliga sjóferðslu. Sjálvt um vit hava ein avbjóðandi marknað, har vit vónandi hava sæð botnin á frálandsøkinum, er líkt til, at fleiri spennandi møguleikar liggja fyri framman”, segði Sturla Henriksen.

Hann vísti á eina frágreiðing frá DNV GL, ið segði, at sjófrakt kundi veita eitt virðismikið íkast til eitt burðardygt samfelag umvegis grønar maritimar vinnur, offshore og varandi orku umframt annað tilfeingi, ið kann gagnnýtast úr høvunum.

Viðvíkjandi avmarkingunum í útlátunum frá sjóferðsluni í framtíðini vísti Henriksen til eina aðra frágreiðing frá DNV GL, har niðurstøðan, sambært stjóranum, er: ”Tað verður avbjóðandi, tað verður dýrt, onkuntíð fløkt, men tað týdningarmesta er, at tað er møguligt”.

Kelda: TradeWinds