* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norski Oljugrunnurin setir met

Hvør einasti norðmaður – frá nýføðingi til tey elstu – hava nú eina ogn uppá 1,9 milliónir norskar krónur í part (1,4 milliónir danskar krónur). Virðið á norska Oljugrunninun hækkaði upp í 10.088 milliardir norskar krónur eftir størsta avlopið í søguni hjá grunninum. Sambært roknskapinum vaks virðið á grunninum við 19,9 prosentum.

 

Avlopið í 2019 var 1.692 milliardir norskar krónur, sum svarar til, at hvør einasti av teimum 5.357.000 norðmonnunum eru vorðnir 315.000 krónur ríkari í fjør. Tað er tað sama sum 227.000 danskar krónur.

 

“2019 var eitt ógvuliga gott ár fyri grunnin,” sigur Øystein Olsen, sum er nevndarformaður í norska tjóðbankanum.

 

Virðið í  grunninum kom upp í 10.088 milliardir norskar krónur í 2019, og hetta var fyrstu ferð, at komið var uppum 10.000 milliardir norskar krónur. Upphæddin kundi goldið útreiðslurnar hjá øllum tí almenna Norra í átta ár.

 

Veldugi vøksturin í 2019 kemur ikki minst av alheims partafelagsíløgunum hjá grunninum, sum hevði eitt avlop uppá 26 prosent.

 

Norski Oljugrunnurin ella “Statens pensjonsfond utland”, sum hann eitur, er heimsins størsti almenni íløgugrunnurin, og hann savnar saman virðini frá oljuframleiðsluni hjá Norra.

 

Kelda: Maritime Danmark