* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norski verjuovastin, Haakon Bruun-Hanssen.

Norski verjuovastin vil hava tvær nýggjar fregattir

Í einari hernaðarfakligari frágreiðing, sum norski verjuovastin, Haakon Bruun-Hanssen, almannakungjørdi í gjár, sæst, at verjuovastin ikki bara vil hava eina, men tvær nýggjar fregattir. Onnur skal koma í staðin fyri Helge Ingstad, sum sakk eftir ein samanstoyt í fjør, og hin skal koma í staðin fyri nakrar korvettir.

Missurin í sambandið við Helge Ingstad, sum sakk eftir samanstoyt við eitt tangaskip nærindis Bergen í fjør, hevur ført við sær eitt stórt tómrúm í norsku sjóverjuni.

Noreg hevur í dag fýra fregattir eftir, men ein teirra tekur lut í NATO-tiltøkum, og onkur onnur er til umvælingar. Sum heild er norska sjóverjan vorðin nógv veikari.

Haraftrat eru korvettirnar í Skjold-flokkinum við at vera ov gamlar, og tá korvettirnar eru næststørstu herdeildirnar í norska flotanum, er støðan ikki nøktandi, metir verjuleiðslan í Noregi.

 

Kelda: VG/Maritime Danmark