* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norskir býir gera seg til reiðar til kinesiskan silkiveg í Arktis

Fleiri norðurnorskir býir vóna at fáa fyrimunir av nýggja kinesiska silkivegnum, sum eftir ætlan skal fara norðurum Arktis. Fríggjadagin legði Kina fram eina nýggja ætlan fyri Arktis, har ætlanin er at føra silkivegin norðurum Russland, har landnyrðingsleiðin væntandi verður ísfrí í longri tíðarskeið orsakað av veðurlagsbroytingunum.

Kinesisku myndugleikarnir mæla í hesum sambandi til, at lond framvið arktisku strondini byggja undirstøðukervi, sum kunnu stuðla upp undir nýggja silkivegin.

Longu nú kappast tveir norskir býir um at fáa ein bita av køkuni. Norski miðilin E24 skrivar, at býirnir Kirkenes og Tromsø báðir royna at gerast endastøð fyri eini finskari jarnbreyt, sum skal flyta kinesiskar bingjur úr arktisku strondini til restina av Evropa.

Í Norðurnoregi síggja tey stórar møguleikar í at verða eitt vegamót í nýggja silkivegnum.

Sør-Varanger Utvikling hevur lagt fram eina frágreiðing, har mett verður, at 10 pst. av bingjuflutninginum úr Landnyrðingsasia til Norðurevropa í framtíðini fer at kunna ganga umvegis Kirkenes.

"Nýggja Arktis-ætlanin hjá Kina eru stórtíðindi. Hon merkir, at kinesiski staturin nú tekur undir við visjónunum, vit hava hoyrt um, og at hald er í nýggju frágreiðing okkara. Ein jarnbreyt kann uttan iva gera Kirkenes til eitt slag av Rotterdam í Arktis," sigur leiðarin Kenneth Stålsett við E24.

Kelda: shippingwatch.dk