* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ålesund í Noregi.

Norskir tollarar funnu metstóra nøgd av kokaini

Eitt kvøldið seinast í juni mánaði kom eitt bingjuskip frá Ekvador til Ålesund í Noregi. Umborð vóru meira enn 20 kilo av kokaini, og hundarnir hjá tollvaldinum fingu skjótt illgruna.

 

Norsku tollararnir sóu nú, at við eina lúka á einari frystibingju, sum annars skuldi vera tóm, lógu fleiri pakkar í ymsum støddum, og tá var løgreglan í Møre og Romsdal boðsend beinanvegin.

 

Tað skrivaðu  norsku tollmyndugleikarnir í gjár, mikudagin.

 

Í alt vórðu 21 pakkar við 23,5 kilo av kokaini funnir. Ætlanin var ikki, at kokainið skuldi í land í Ålesund.

 

Funnið verður ikki fram til øll ólóglig rúsevni, sum eru við handilsskipum, ið leggja inn í Ålesund, men tollararnir fylgja serliga væl við skipum úr Suðuramerika.

 

- Kokainið, sum verður smuglað til Noregs, kemur sum oftast úr ymsum suðuramerikonskum londum umvegis transitthavnir í Evropa, sigur Kim Hulgransen, samskiftisstjóri hjá norska tollvaldinum.

 

Norska tollvaldið hevur fyrsta hálvár í ár lagt hald á 81 kilo av kokaini.

 

Kelda: NRK