* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norskir veitarar: Statoil vorðið og máttmikið

Norsku undirveitararnir í frálandsvinnuni eru í stóran mun bundnir at Statoil, og oljurisin brúkar hetta valdið til at trýsta veitararnar til at góðtaka støðugt lægri sáttmálaprísir á veika marknaðinum. Tað sigur felagsskapurin Maritimt Forum, sum umvegis miðilin Sysla mælir politikarunum til at kanna valdsstøðuna hjá Statoil.

"Vit hava allatíðina sagt, at Statoil er ov stórt og hevur trýst veitararnar, sum eru bundnir at Statoil. Tað kann ikki góðtakast, at Statoil hevur misbrúkt hetta valdið," sigur Frise Solbakken, dagligur leiðari á deildini hjá Maritimt Forum í Stavanger.

"Umráðandi er, at politikararnir síggja, hvussu Statoil ber seg at. Ein slík gjøgnumgongd kundi í sjálvum sær havt eina uppalandi ávirkan. Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at Statoil sær, at støðan hjá felagnum er treytað av einum stórum og fjølbroyttum veitingarøki," sigur hann við Sysla og leggur dent á, at Maritimt Forum hevur ítøkilig dømi um, at Statoil hevur misbrúkt sína støðu til at tvinga prísir niður.

Tað kann elva til trupulleikar sum frálíður, um veitingarvinnan bert hýkur orsakað av lágu prísunum, tá oljuprísurin aftur hækkar, og Statoil fær brúk fyri einum stórum landslagi av sterkum undirveitarum.

Innkeypsstjórin hjá Statoil, Pål Eitrheim, kennir ikki hesa myndina aftur og sigur við Sysla, at oljurisin ikki hevur nakran áhuga í at trýsta veitararnar í ein slíkan mun, at teir hava undirskot av sínum virksemi.

"Eg havi lagt mær hesi sjónarmiðini í geyma, men at viðurskiftini okkara millum eru vánalig, er ein mynd, eg ikki kenni aftur," sigur hann við miðilin og leggur aftrat, at Statoil leggur áherðslu á at hava góð viðurskifti við sínar veitarar og vil hava eitt tætt samstarv við vinnuna. 

Kelda: shippingwatch.dk