* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fyrst í september í fjør boðaðu norska Wilh. Wilhelmsen og svenska Wallenius frá, at tey bæði feløgini leggja saman í eitt børsskrásett felag, sum fær navnið Wallenius Wilhelmsen Logistics asa.

Nú er samanleggingartilgongdin mestsum fullførd, upplýsir felagið í eini børsfráboðan leygardagin.

– Vit hava fingið allar neyðugar góðkenningar frá kappingarmyndugleikum, lánsbrævaeigarum og aðalfundum. Harumframt eru kreditortíðarskeiðini í Norra og Svøríki av, og vit eru tí til reiðar at halda fram við fullføringini av samanleggingini, sigur stjórin í Wilh. Wilhelmsen, Jan Eyvin Wang, í fráboðanini.

So skjótt sum formligu broytingarnar eru skrásettar í Brønnøysund-skrásetingunum fer samanlagda felagið undir virksemi sítt, verður upplýst í fráboðanini.

Nýggja felagið fær ein marknaðarpart upp á 22 prosent á heimsins bilaflutningsmarknaði.

Við í nýggja felagnum eru operativu feløgini Wallenius Wilhelmsen Logistics, Eukor Car Carriers og American Roll-on Roll-off Carrier, umframt meginparturin av skipunum og virðunum hjá teimum.

Stjóri í felagnum verður avstraliumaðurin Craig Jasienski og høvuðssætið verður í Oslo.

Hini feløgini og virðini hjá Wilhelmsen-familjuni, ið liggja í móðurfelagnum Wilh. Wilhelmsen Holding, skulu ikki við í nýggja felagið.

Kelda: dn.no