* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norskt felag selur øll partabrøv í Norden

Norska familjufyritøkan Rasmussengruppen hevur selt øll síni partabrøv í reiðarínum Norden, upplýsir felagið. Harvið endar ein 13-ára langur ognarskapur, sum hevur givið eitt avkast upp á slakar 900 mió. kr., skrivar Nordnet.

Orsøkin til søluna er vantandi álit á, at reiðaríið kann skapa eitt avkast á einum truplum turrlastamarknaði.

“Vit halda, at shipping er ein vandamikil vinna, ið sum frálíður gevur vánaligt avkast. Tá hugt verður langsiktað at tí, so eru ikki mong turrlastareiðarí, sum hava givið góð avkast,” sigur Dag Rasmussen, stjóri í Rasmussengruppen, við Ritzau Finans sambært Nordnet.

Tey tilsamans 4,87 mió. partabrøvini, svarandi til 11,5 pst. av partabrøvunum í Norden, vórðu sambært fíggingarhúsinum Pareto Securities sett til sølu til íleggjarar og góvu 115 kr. fyri hvørt, svarandi til íalt 560 mió.kr.

Kelda: maritimedanmark.dk