* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Propellflogfar hjá norska flogfelagnum, Widerøe.

Í dag frættist, at norska flogfelagið, Widerøe, fer at flúgva upp á Føroyar. Flogið verður tvær ferðir um vikuna og fyrsti túrurin verður gjørdu 3. september í ár.

 

Norska flogfelagið boðar frá, at felagið fer at flúgva upp á Føroyar við propellflogførunum, De Haviulland Canada Dash 8, og flogferðin fer at taka umleið 1 tíma og trý korter.

 

Kostnaðurin fyri eina ferð úr Bergen til Vágar verður 587 danskar krónur.

 

Widerøe er eitt roynt flogfelag, sum hevur rættiliga gott orð á sær. Tað var norðmaðurin, Viggo Widerøe, sum longu í 1934 stovnaði flogfelagið. Talan er sostatt um elsta flogfelagið í Noregi.

 

Felagið hevur umleið 2.500 fólk í starvi, og tað flýgur til 49 ymiskar flogvøllir í Noregi og úti í Evropa.

 

Kelda: Widerøe