* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tað eru tey, sum halda, at hybrid hevur eina framtíð, eisini í farmavinnuni.

Norskt hybrid-skip skapar uppmerksemi

Ugland-skipið, Juanita, er nú “konverterað” til hybridskip. Tað hendir eftir at skipið hevur verið í drift í fýra ár. Tað boðar Myklebust skipasmiðjan frá.

 

- Juanita var eitt rættiliga nýskapandi skip, tá tað fór av Kleven skipasmiðjuni, og tað er hugaligt at vera við til at gera hetta skipið uppaftur meira spennandi á marknaðinum, sigur Inge-Jonny Hide, leiðari á Myklebust skipasmiðjuni í tíðindaskrivi.

 

Skipið fór av skipasmiðjuni seinasta vikuskiftið og liggur nú í Florø og royndarkoyrir landstreymsambandið.

 

Ravlaðið (battaríið), sum er sett í undangjørdar bingjur aftanfyri stýrhúsið, hevur eina styrki uppá 678kWh, og kann millum annað nýtast til at taka topparnar av spenninginum av motorunum fyri at skapa ein javnari spenning.

 

Ravlagið skal rigga sum eykamegi og kunna taka yvir, um maskinurnar steðga.

 

Hybrid hevur framtíð

Kristian Granberg, verkætlanarleiðari hjá Wãrtsila, sum hevur selt battaríið, sigur, at tað at maskinurnar kunnu arbeiða meira enn higartil, gevur lægri orkunýtslu og fer at avmarkað skaðilig útlát.

 

Kelda: Skipsrevyen