* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Unga norska oljufelagið, Okea, hevur keypt partar av oljufundum hjá Shell á norska landgrunninum.

Norskt oljufelag ger milliardahandil við Shell

Unga norska oljufelagið, Okea, hevur keypt eitt av flaggskipunum hjá Shell á norska landgrunninum. Talan er um keyp fyri 3,5 milliardir føroyskar krónur.

Sambært einari fráboðan mikudagin keypti Okea 44,56 prosent í leitiøknum hjá Shell, Draugen, og 12 prosent av Gjøa. Tað fer at geva Okea eina netto framleiðslu upp á 22.000 tunnur av olju um dagin frá 2019.

Keypið er treytað av, at myndugleikarnir góðkenna tað. Roknað verður við, at handilin fer fram endaliga í 4. ársfjórðingi í ár.

Keypið verður partvís fíggjað við lánsbrøvum og partvís við eginpakitali.

Íløgufelagið, Seacrest Capital Group, á Bermuda, er framvegis størsti eigari í Okea og hevur gjørt avtalu við teilendska oljufelagið, Bangchak Corporation PCL, um at fíggja keypið.


Stovnað í 2015

Oljufelagið, Okea, varð stovnað í 2015. Forstjóri í felagnum er 61 ára gamli Erik Haugane, fyrrverandi stjóri í Det Norske. Við í felagnum sum stovnari er eisini fyrrverandi norski olju- og orkumálaráðharrin, Ola Borten Moe.

Endamálið við felagnum er at keypa upp partar av oljufundum uppá 50 til 100 milliónir tunnur fyri at realisera bíligari útbyggingar enn stóru oljufeløgini vanliga gera.

Kelda: Dagens Næringsliv og ShippingWatch