* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norskt seismikkfelag fær stóra uppgávu frá oljufeløgum

Norska seismikkfelagið Shearwater hevur fingið ein stóran sáttmála við stóru oljufeløgini Total og Eni.

GC Rieper og Rasmussenbólkurin eiga Shearwater GeoServices, sum herfyri boðaði frá, at ætlanin er at selja øll partabrøvini í danska reiðarínum Norden.

Við nýggja sáttmálanum skal seismikk-reiðaríið kanna eina leið upp á 10.000 ferkilometrar 300 kilometrar út fyri strondini í Myanmar. Væntandi fer uppgávan at taka eitt hálvt ár og byrjar í hesum mánaðinum.

Reiðaríið setur onga peningaupphædd á ordran, men Irene Waage Basili, stjóri, sigur hana vera stóra.

"Shearwater hevur gjørt nógv fyri at kvalifisera seg til at arbeiða fyri tey stóru oljufeløgini. Vit síggja hendan sáttmála sum eina góðkenning av okkara arbeiði," sigur hon í eini fráboðan.

Eit skip verður sett av til uppgávuna, sum er onnur stóra uppgávan aftaná eina aðra í november, sum tvey onnur skip fóru undir í desember. Tilsamans hevur felagið fýra skip.

"Seismikkmarknaðurin er framvegis avbjóðandi, men við einum góðum úrsliti í 2017 og saman við nýggju sáttmálunum, er Shearwater væl bjálvað til vetrarhálvuna og 2018," sigur stjórin.

Tað var í oktober 2016, at Rasmussenbólkurin og GC Rieber Shipping stovnaðu felagið, sum tey tilsamans settu 60 mió. dollarar í.

Kelda: shippingwatch.dk