
Norskt skip í Miðjarðarhavið at bjarga flóttafólkum
Læknar Uttan Landamørk taka samstarvið uppaftur
við SOS Mediterreanee-bjargingartiltøkini í Miðjarðarhavinum við norskum skipi.
Norska stjórnin vil hvørki taka ábyrgd av skipinum ella flóttafólkunum.
Ocean Viking er
eitt útgerðarskip, sum upprunaliga var ætlað sum bjargingarskip fyri
arbeiðsfólk í oljuvinnuni. Nú skal tað bjarga flóttafólkum í Miðjarðarhavinum.
Tað er norska Skipsrevyen, sum endurgevur tíðindini
frá NTB.
Skipið er 69
metrar langt, og siglir undir norskum flaggi. Læknar Uttan Landamørk upplýsa,
at skipið væntandi verður í Miðjarðarhavinum seinast í hesum mánaðinum.
Manningin telur
31, og skipið er útgjørt við meidisinskari sjúkrastovu og fýra skjótt gangandi
bjargingarbátum. Ocean Viking hevur pláss fyri upp ímóti 200 flóttafólkum.
- Eg vil bara
undirstrika, at Noreg onga ábyrgd hevur fyri skipinum, og vit fara heldur ikki
at taka ábyrgd av flóttafólkunum, sum koma umborð á Ocean Viking, sigur Jøran
Kallmyr, limur í norska framburðsflokkinum, og sitandi løgmálaráðharri.
Í juni mánaði gav
italski innanríkisráðharrin, Matteo Salvini, boð um, at skiparar, eigarar og
operatørar kunnu fáa upp í 50.000 evrur í bót, um bjargingarbátar koma í
italska havn uttan loyvi.
Kelda:
Skipsrevyen