* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Vard-skipasmiðjan.

Norskt skipasmiðjusamtak fær meira eginpening

Vard-skipasmiðjusamtakið, sum Fincantieri eigur, hevur júst fingið meira eginogn, eftir at roknskapurin fyri 2018 vísti eitt undirskot uppá 1,9 mia. norskar krónur. Tað skrivar Finansavisen sambært Shippingwatch.

 

Færri nýbygningar í frálandsvinnuni og færri oljutænastuskip og niðurskrivingar vóru við til at geva Vard-skipasmiðjusamtakinum milliarda undirskot í 2018. Undirskotið var 1,88 mia. norskar krónur. Seinastu fimm árini hevur samtakið sostatt mist 5 mia. norskar krónur.

 

Fíggjarstøðan hevur gjørt, at móðurfelagið, italska Fincantieri, hevur veitt skipasmiðjusamtakinum so mikið nógvan pening, at eginognin aftur er ílagi.

 

- Vit hava havt eitt gott samstarv við høvuðseigaran, Fincantieri. Vit hava havt samband alla tíðina, sigur forstjórin í felagnum, Roy Reite við Finansavisen.

 

Aftrat eginpeninginum, sum Fincantieri hevur skotið í skipasmiðjuna, tryggjar felagið eisini fyri einum lánikreditti.

 

Kelda: Shippingwatch