* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norskt stórreiðarí ikki longur ráð til norðurlendska arbeiðsmegi

Norska Wilhelmsen-samtakið ætlar at siga øllum norðurlendsku sjófólkunum í Wilh. Wilhelmsen og bilflutningsreiðarínum Wallenius Wilhelmsen Logistics (WWL) úr starvi næstu tvey árini.

Tað skrivar Dagens Næringsliv.

Fyritøkan hevur leingi stríðst við lønseminum, og eftir eina umskipan á landi er túrurin nú komin til tey siglandi, upplýsir leiðslan í einum brævi til starvsfólkini. Samstundis noyðist Wilh. Wilhelmsen sum eigari at hyggja nærri at, hvussu tað sjálvt kann gerast meira kostnaðareffektivt, verður sagt.

"Vit harmast um støðuna, og hetta er tungt fyri okkum øll. Tað er umráðandi fyri okkum at undirstrika, at hetta ikki hevur nakað at gera við førleikra tínar ella arbeiðið, tú hevur útint. Orsøkin er rætt og slætt, at allir steinar skulu vendast í eini roynd at betra lønsemið í WWL", stendur í brævinum.

Endapakkar
Øll norðurlendsku sjófólkini hava fingið boðið sokallaðar endapakkar, og uppsøgnirnar verða framdar eftir, hvussu leingi sjófólkini hava verið í starvi – eftir ansenniteti, sum tað eitur. Samstundis fáa so mong sum møguligt tilboð um nýggj størv innanhýsis í fyritøkuni, verður sagt.
 

"Hetta er ein óheppin støða. Vit skilja væl, at henda avgerðin er hørð fyri tey, ið verða rakt. Vit eru takksom fyri leiklutin hjá øllum at hava gjørt fyritøkuna til tað, hon er í dag, og vit ætla at gera okkara besta til tess at tryggja okkum, at henda torføra tilgongdin verður handfarin so professjonelt og virðiliga sum gjørligt", sigur stjórin Jan Eyvin Wang í Wilh. Wilhelmsen ASA.

Á myndini sæst hann t.h. saman við nevndarformanninum og høvuðseigaranum Thomas Wilhelmsen

Reiðaríið var í gjár í sambandi við flestu skipararnar í flota sínum, og hetta arbeiðið heldur fram í dag.

61 skip

Wallenius Wilhelmsen Logistics er eitt samstarv millum familjureiðaríið Wilh. Wilhelmsen og svenska Wallenius, stovnað í 1999. 

Reiðaríið eigur 61 lutfalsliga nýggj bil- og RollOn-RollOff-skip og hevur 5700 fólk í starvi. Fyritøkan rekur eisini 12 terminalar kring heimin.

 

Kelda: dn.no