* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norska oljuvinnan brúk fyri 1000 nýggjum starvsfólkum

Brúk verður fyri nógv fleiri hondum í norsku olju- og gassvinnuni í ár. Tað eru boðini frá tíggju teimum størstu limunum í áhugafelagnum Norsk olje og gass. Tilsamans hava feløgini tørv á 800 nýggjum starvsfólkum og 160 lærlingum. Og eftirspurningurin er serliga stórur á verkfrøðingum.

"Olju- og gassvinnan stendur fyri spennandi avbjóðingum. Vit hava ætlanir um at liggja millum tey bestu í heiminum í nýtsluni av talgildum loysnum. Fleiri uppgávur skulu automatiserast. Hetta eru spennandi fakligar avbjóðingar," sigur Karl Eirik Schjøtt-Pedersen, stjóri í Norsk olje og gass.

Fleiri feløg í olju- og gassídnaðinum eru farin at seta fólk aftur í starv, eftir hópuppsagnirnar seinastu árini sum avleiðing av stóra fallinum í oljuprísinum á heysti 2014. Útreiðslurnar eru síðani farnar niður, og fleiri verkætlanir kunnu fremjast fyri lægri kostnað.

Tí er brúk fyri fleiri hondum, verður sagt.

Tørvurin á starvsfólkum er tó ymiskur frá vinnu til vinnu, og ikki øll hava somu positivu mynd, sum teir tíggju størstu limirnir, leggur felagið dent á.

Fram til 2022 sær positivt út, men síðani verður brúk fyri fleiri verkætlanum. Tí skulu góð fund gerast á norska landgrunninum næstu árini, sum kunnu skunda undir nýggjar útbyggingar har í framtíðini.

Kelda: shippingwatch.dk