* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stig Remøy.

Norskur frálandsreiðari misti miljardir áðrenn bjarging

Miljardir av krónum eru seinastu tvey árini fossaðar út úr norsku frálandsreiðaríunum eftir oljuprísfallið, og nú avdúkar ein ársfrágreiðing hjá einum felag aftanfyri eitt av teimum einaferð størstu, Olympic Shipping, sum reiðarin Stig Remøy eigur, hvussu álvarsamt tað var.

Dagens Næringsliv skrivar, at Olympic Shipping, sum fyrr hevði umleið 20 skip og 800 sjómenn, í fjør noyddist at niðurskriva virðið á flota sínum við umleið trimum mia. norskum krónum og at felagið aftanfyri, SRR Invest, hevði eina samlaða skuld upp á fimm mia. krónur.

Úrslitið fyri skatt í Olympic Shipping var upp á 3,3 mia. krónur í 2016, men í februar í ár eydnaðist Stig Remøy at fáa eina skuldarloysn í lag við sínar áognarar.

11 sokallaði subseaskip vórðu flutt í eitt nýtt felag, Olympic Subsea, sum Stig Remøy eigur 70 pst. av.

Sambært Dagens Næringsliv sær støðan nú bjartari út við 11 skipum og 400 mió. norskum kr. í nýggjum eginpeningi. Hóast úrslitið fyri skatt var negativt við 77 mió. krónum fyrra hálvár í ár, er ordrabókin hjá skipunum eftir øllum at døma vaksandi.

Kelda: shippingwatch.dk