* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norskur miljardingur setur sonin við

Norski reiðarin og miljardingurin Kjell Inge Røkke setur nú son sín, Kristian Røkke, við sum stjóra fyri íløgum í Aker og sum nýggjan formann í felagnum Akastor, skrivar TradeWinds.

Kristian Røkke fer samstundis úr starvi sínum sum CEO í Akastor, har hann verður avloystur av Karl Erik Kjelstad, áðrenn hann tekur við starvinum sum formaður í felagnum á ársaðalfundinum.

Kristian Røkke hevur áður verið CEO í felagnum Philly Shipyard, áðrenn hann yvirtók formanssessin. Hann kom til Akastor í 2015, eftir at hava arbeitt í fleiri øðrum feløgum hjá Aker.

Kelda: TradeWinds/maritimedanmark.dk