
Norskur ráðharri bakkar fyri fakfelagstrýsti
Eitt lógaruppskot frá norsku stjórnini um at broyta møguleikarnar fyri innflagging elvdi til stóra mótstøðu frá fakfeløgunum í Norra og Danmark. Uppskotið umfatar ferðamannaskip í fastari rutu í uttanlandssigling. Eitt nú hevði Color Line á ávísum rutum kunnað flaggað út úr norsku skipaskránni NOR og yvir í norsku altjóða skipaskránna NIS. Harvið hevði reiðaríið kunnað loyst uml. 700 norsk sjófólk av við bíligari útlendskari arbeiðsmegi.
Hoyringssvar og hørðu mótmælini hava nú fingið vinnumálaráðharranMonica Mæland til at taka málið upp til nýggja viðgerð. Tað skrivarShippingWatch.
- Ætlanin við uppskotinum hevur verið at tryggja kappingarførar treytir fyri uttanríkisferjur undir norskum flaggi á ein hátt, sum avspeglar tilmælið frá sjóferðslunevndini. Í hoyringini eru fleiri svar komin, ið vísa á, at uppskotið fer longur enn tilmælið hjá nevndini. Hetta hevur ikki verið mín ætlan, skrivar Monica Mæland sambært miðlinum.
Endaliga tillagingin av lógaruppskotinum er enn óavgreidd.
Kelda: shippingwatch.dk