
Norwegian Cruise Line Holding Ltd væntar eitt hall í inniverandi ársfjórðingi. Ferðafólkatalið hevur verið undir tað, reiðaríið væntaði, og tað sær út til, at fólk framvegis eru ógvuliga varin eftir koronufarsóttina. Partabrøvini hjá Norwegian eru júst fallin 12 prosent.
Leiðslan í reiðarínum gevur eisini meira og hægri arbeiðsløn og hægri brennievniskostnaði skuldina fyri vánaligu gongdina. Samlaðu útreiðslurnar eru ferfaldaðar.
Væntaða metingin í inntøkunum er lækkað nógv, men roknað verður kortini við einum lítlum vøkstri í inntøkunum seinna hálvár í 2022, tí vælhavandi gestirnir gjald væl meira fyri tænasturnar umborð.
Eigararnir á Oceania Cruises og Regent Seven Seas Cruises siga, at har vænta tey, at úrslitið fyri 2023 verður komið upp aftur á 2019-stigið. Tað er, at ferðafólkavøksturin verður eini 20 prosent hægri enn í 2019.
Kelda: gCaptain