* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Yamal í Ob-flógvanum heilt har norðuri í Russlandi - í russiskum Arktis.

Novatek hevur funnið stórar nøgdir av gassi í Russiskum Arktis

Russiska gass- og LNG-felagið, Novatek, boðaði mikudagin frá, at tað hevur funnið stórar nøgdir av gassi í Ob-flógvanum, tætt við Yamal-hálvoynna á russisku norðurpólsleiðini - ella Russiskum Arktis.

 

Nýggja “Norður-Obskoy” kolvetnisøkið er mett at innihalda 320 milliardir kubikk av natúrgassi, og mett verður, at økið hevur 900 milliardir kubikk av kolvetni íalt.

 

“Fundurin av stóru nøgdunum av kolvetni í Norður-Obskoy-økinum er ein týdningarmikil byrjan upp á framtíðar LNG-ætlanirnar í Norðurpólsøkinum,” sigur formaðurin í Novatek, Leonid Mikhelson, í einari fráboðan.

 

Um fyribilsúrslitini verða prógvað og staðfest, verður talan um eitt veldugt framstig hjá Novatek í Arktis LNG 2 – ikki minst í framleiðsluvøkstri.

 

Franska oljufelagið, Total, hevur játtað at taka 10 prosent av arbeiðinum á seg í hesi nýggju ætlanini

 

Kelda: Maritime Executive