* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Noyðast at broyta lógina um skipaskráseting

Slepta kravið um veiðiloyvi hevur við sær, at lógin um skipaskráseting má broytast. Uppboðssølur av fiskirættindum verða seinni í hesum mánaðinum.

Nú tað ikki verður kravt, at skip, sum fiska makrel, norðhavssild og svartkjaft, og botnfisk í Barentshavinum í ár, skulu hava veiðiloyvi, er neyðugt at broyta lógina um skipaskráseting, so fiskivinnulóggávan og lógin um skipaskráseting samsvara.

Uttanríkis- og vinnnumálaráðið fyrireikar eitt uppskot um at broyta lógina um skipaskráseting, sum er farið til hoyringar.

Hoyringarfreistin er týsdagin 8. august.

Sambært lógini um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svartkjaft, og botnfiski í Barentshavinum, kann rætturin at fiska í ár seljast eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum ikki hava veiðiloyvi, og føroyskum feløgum, ið kunnu skjalprógva avtalu um, at skip undir føroyskum flaggi fiskar kvotuna.

Uppboðssølur seinni í mánaðinum

Uppboðssølurnar av fiskirættindum eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti, og botnfiski í Barentshavinum verða í tveimum umførum.

Tann fyrra afturlatna uppboðssølan, sum Vørn skipar fyri, verður hósdagin 24. august.

Tá verða seld 5.447 tons av makreli, 1107 av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og 614 tons av botnfiski í norska partinum.

Seinna afturlatna uppboðssølan verður hósdagin 31. august. Tá verða seld 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild.

Fiskamarknaðurin

Fyrra opna uppboðssølan verður á Fiskamarknaðinum týsdagin 22. august. Tá verða seld 5.447 tons av makreli og 1106 tons av botnfiski í Barentshavinum.

Seinna opna uppboðssølan á Fiskamarknaðinum verður á Fiskamarknaðinum 29. august. Tá verða boðin út 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild.

Tey, sum ætla at bjóða, skulu í seinasta lagi tríggjar vikur fyri uppboðssøluna lata Vørn hóskandi skjalprógv.

Kelda: kvf.fo