* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sergej Grigorjev, skipari, Aleksandr Tulaev, mekanikari, og Andrej Leonov, bátsmaður, hava verið umbor á fiskiskipinum, Nerej, í meira enn tveir mánaðir. Mynd: Erik Andreassen / NRK

Noyddir at vera umborð í meira enn tveir mánaðir

Útlendsk sjófólk hava verið noydd at verið umborð á skipi í Finnmark í Noregi í meira enn tveir mánaðir uttan at sleppa í land. Fara teir í land, fáa teir bót. Koronareglurnar heilt har norðuri í Kirkenes eru so mikið strangar.

 

- Tað er hart at vera umborð á skipi so leingi uttan møguleika fyri at sleppa í býin – bara ein vanligan gongutúr, sigur Sergej Grigorjev, skipari á fiskiskipinum, Nerej.

 

Teir standa á dekkinum, og hyggja langtandi inn móti miðbýnum í Kirkenes. Meira enn tveir mánaðir eru farnir, síðan teir komu umborð.

 

Men ein túrur í býin kann kosta teimum dýrt.

 

Forboð fyri at fara í land varð sett í gildi í fleiri løgverjuøkjum í Noregi í mars í ár, og tað er framvegis galdandi í Finnmørkini. Skipini kunnu skifta manning, men útlendsk sjófólk sleppa ikki í land, skrivar NRK.

 

Og tað harmast russarnir umborð um.

 

- Á ein hátt skilja vit, at strangar reglur eru galdandi orsakað av korona. Men aftaná 14 dagar í sóttarhaldi væntaðu vit at sleppa ein túr í býin, sigur Grigorjev.

 

Í Kirkenes liggur “Nerej” við bryggju í økinum við fiskavirkið, Kimek. Stjórin á virkinum, Greger Mannsverk, er teirra millum, sum heldur at bannið at fara í land eigur at verða tikið av.

 

- Eg haldi, at viðferðin, teir fáa, er óvirðilig. Tað er hart sálarliga at noyðast at halda til undir so trongum viðurskiftum – uttan at hava loyvið at fara í land, heldur hann.

 

Greger Mannsverk heldur, at tá tú hevur sitið í sóttarhaldi í 10 dagar, eigur tú at sleppa í land.


Kelda: NRK