* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nú ber til at melda til Vinnudagin 2013

Skráin til Vinnudagin er nú klár.

Endamálið við Vinnudegnum er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina um vinnuna. Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni við áhugaverdum fyrilestrum og spennandi kjaki, har karmarnir eru snotiliga Norðurlandahúsið. Á Vinnudegnum er høvi at fáa íblástur til gerandisdagin, og ikki minst ber til at seta andlit á og tosa við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.

Umframt at Ársins Virki og Ársins Átak verða kosin, eru aftur hesuferð spennandi fyrilestrar og kjak á skránni.

Forstjórin í stóru donsku fyritøkuni Toms Gruppen, Jesper Møller fer at halda fyrilestur um menningina av kappingarstyrkini hjá næstan 100-ára gomlu fyritøkuni við atlitið til tað siðbundna og tað nýggja. Geir Johan Bakke, forstjóri í Havyard Group, sum m.a. hevur bygt frálandaskipini hjá Skansi Offshore, fer at greiða okkum frá norska maritima tyssinum og fer at meta um møguleikarnar fyri Føroyar í hesum høpi. Triði fyrilesturin verður við Anitu Hoffer frá Grønlands Arbejdsgiverforening, sum fer at greiða okkum frá virkseminum hjá CSR Greenland og at koma við ítøkiligum dømum um, hvussu CSR fer fram í Grønlandi. 

Í kjakinum verður evnið skattanýskipan. Landsstýrið ætlar at lækka skattin á arbeiðsinntøku. Tí skal skattagrundarlagið breiðkast. Kjakið hesuferð snýr seg um, hvussu hetta kann gerast. Við pallborðið sita Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, Gudny Langgaard, stjóra á Vodafone, og Kári Petersen, búskaparfrøðing.

Skrá til Vinnudagin 2013 sæst her.