* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nú er tað vist: Sovcomflot skal einskiljast

Størsta russiska reiðaríið Sovcomflot við einum flota upp á 149 skip upp á tilsamans 13 mió dwt. kann loksins vera á veg til at verða einskilt. Leysatíðindi hava ferð eftir ferð gingið um privatisering av almenna russiska reiðarínum, men hesa ferð váttar ein ráðharri tíðindini.

“Ætlaða einskiljingin av Sovcomflot kann verða framd á ymiskan hátt, sum verða viðgjørdir í løtuni - eisini við asiatisk áhugamál,” sigur russiski varaforsætisráðharrin Igor Shuvalov við russisku tíðindastovuna RIA Novosti.

Fyrireikingarnar av einskiljingini hava verið í gongd leingi, og ætlanin er, at parturin hjá statinum av partabrøvunum skal skerjast úr 100 pst. til 25 pst. í tíðarskeiðnum frá 2. hálvári í ár til 2019. 

Maritime Herald upplýsti í apríl í ár, at virðið á teimum 25 pst. av partabrøvunum, sum væntandi verða seld í ár, verður 24 mia. rublar, svarandi til uml. 2,5 mia. kr. Ein upphædd, sum sambært Maritime Herald longu er tikin við í russisku fíggjarlógina fyri 2017.

Sovcomflot hevði í 2016 eitt yvirskot, ið fall við einum triðingi til 206,7 mió dollarar. Hetta komst serliga av vánaliga marknaðinum fyri tangaskip, sum mynda høvuðsøkið hjá reiðarínum.

Skerda úrslitið kom eftir eitt virkið ár hjá reiðarínum, sum keypti ein flota upp á níggju tangaskip frá Prisco og helt fram við at útbyggja sítt frálands- og LNG virksemi.

Kelda: maritimedanmark.dk