* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Søgan um Titanic - skipið, ið ikki kundi søkka, men kortini gjørdi tað á fyrstu ferð síni í apríl 1912 - hugtekur miljónir av fólkum um allan heimin. Vanlukkan kravdi meiri enn 1.500 mannalív.

Tað tók 73 ár, áðrenn tað eydnaðist at finna vrakið av risastóra ferðamannaskipinum á botninum av Atlantshavinum, 350 fjórðingar í ein landssynning úr Ný Foundlandi. Vrakið av Titanic liggur lutfalsliga væl varðveitt á 3.784 metra dýpi.

Í mai næsta ár verður møguligt hjá múgvandi fólkum at sleppa niður at síggja vrakið. Tá skipar OceanGate Expeditions fyri fyrstu av seks rannsóknartúrum við 9 fólkum hvørja ferð, sum fáa møguleika at kava niður á vrakið umborð á einasta privata kavbátinum, ið er førur fyri at fara so langt niður.

Tey 54 hepnu fáa uttan iva eina uppliving fyri lívið, men afturfyri verða tey eisini hvør 700.000 krónur fátækari. Hinvegin fáa tey eina uppliving, sum færri enn 200 fólk hava havt higartil.

Kelda: CNN