* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eftir eitt metár sær út til, at farmagjøldini hjá bingjureiðaríunum er við at lækka. Seinastu vikuna eru farmaprísirnir falnir eitt sindur fyri fyrstu ferð í meira enn eitt ár.

 

World container-indeks hjá Drewry er seinastu vikuna lækkað við 3,9 prosentum til 9.195,41 dollarar fyri 40 fóts-bingjur (FEU). Tað er størsta fallið á alheims spottprísunum í meira enn 12 mánaðir, skrivar shippingblaðið Splash247.

 

Virðið á 40 fóts-bingjum á farleiðini Shanghai-Los Angeles fall við 1.119 dollarum, vísir indeksið. Tað er fyrstu ferð síðan juli, at farmaprísirnir eru undir 10.000 dollarar fyri ein FEU – til 9.857 dollarar.

 

Frá Shanghai til New York fall prísurin við nærum 900 dollarum til 12.667 dollarar. Tað var fyrsta ferðin, at farmaprísurin fór undir 13.000 dollarar síðan juli.

 

Millum Evropa og Asia er fallið nógv minni. Frá Shanghai til Rotterdam er prísurin fallin við 264 dollarum seinastu vikuna.

 

Hóast fallið í prísunum er framvegis bíðirøð í nógvum stórum havnum. Til dømis eru reiðarí biðin at halda seg 150 fjórðingar úr landi av trygdarávum við havnirnar í Los Angeles og Long Beach.

 

Sambært seinastu tølunum liggja framvegis 70 skip og bíða eftir at sleppa att lossa í júst hesum havnunum.

 

Kelda: Finans.no