* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nú skal brennievnisnýtslan hjá skipum fráboðast

Altjóða sjóvinnufelagsskapurin IMO (International Maritime Organisation) hevur frá 1. mars sett nýggjar reglur í gildi, sum bera í sær, at reiðarí skulu lata inn upplýsingar um brennievnisnýtsluna hjá skipum sínum. Reglurnar skulu vera við til at lýsa nýtsluna við atliti at økja orkueffektivitetin í altjóða shippingvinnuni.

Reglurnar, ið hoyra undir MARPOL-sáttmálan um fyribyrging av dálking frá skipum, hava við sær, at IMO frá 1. januar 2019 fer undir at savna inn mongu upplýsingarnar frá skipum yvir 5.000 gt. Hesi skipini standa fyri umleið 85 pst. av samlaða útlátinum av CO2 hjá heimsflotanum.

Upplýsingarnar skulu í fyrsta umfari fráboðast til flagglondini hjá skipunum, sum síðani senda tær víðari til IMO.

Kelda: World Maritime News/maritimedanmark.dk