* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nú verður loyvt at hava dupultan ríkisborgararætt

Bæði danir, ið fara uttanlands, og útlendingar, ið koma til Danmarkar, skulu hava møguleikar at fáa dupultan ríkisborgararætt - uttan mun til hvat land, farið verður til ella komið verður úr, stendur í uppskoti frá stjórnini. 

Tað er longu ein breiður meiriluti fyri uppskotinum, sum eisini fer at gera tað møguligt hjá dønum í útlandinum at fáa ríkisborgararættin aftur, um teir hava verið noyddir at siga hann frá sær, skrivar Berlingske. 

Ein partur av heimssamfelagnum 

- Hetta er liður í at vera partur av heimssamfelagnum, sigur Karen Hækkerup løgmálaráðharri við Berlingske. 

- Tað er í dag púra vanlig fólk, ið fara út í heim, finna sær maka, stovna familju, finna eitt spennandi arbeiði og finna út av, at tey kundu hugsað sær eina framtíð har. 

- Og tey kunnu fáa trupulleikar við at fáa somu rættindi sum onnur, um tey ikki siga donku ríkisborgararættindini frá sær. Men nú fáa fólk loyvi at varðveita bondini til Danmark, sigur hon.