* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nú verður søkt eftir trimum stjórum til Sjúkrahúsverk Føroya

Størvini sum sjúkrahússtjórar á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi verða hervið lýst leys til setan skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. august 2019. Sjúkrahússtjórin á Landssjúkrahúsinum verður eisini forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Freistin at søkja er 23. apríl.

Fyri at tryggja, at samlaða føroyska sjúkrahúsverkið kann virka sum ein vælvirkandi og virkislig eind, tók landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum í 2017 avgerð um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið verður forstjóri.

Bygnaðurin er sostatt eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi, eisini vera stjórar fyri samlaða sjúkrahúsverkið. Stjóratoymið ger sínámillum greitt ábyrgdarbýti.

Heilsu- og innlendismálaráðið søkir tríggjar stjórar, sum eru dugnaligir at taka avgerðir og tola trýst, samstundis sum yvirlitið verður varðveitt. Tað hevur stóran týdning, at tey, ið sett verða, hava hug og evni at verða andlitið úteftir, umframt hegni at savna leiðarar og starvsfólk um setningin hjá sjúkrahúsverkinum.

Stjórarnir skulu vera álítandi og kunna samstarva væl í einum leiðslutoymi, ganga á odda innan leiðslu og skipað góðar umstøður fyri fakligari menning og gransking.

Dentur verður lagdur á eginleikan at evna handfaringina av sera fjøltáttaðum virkisøkjum, har mótsetningar tíðum eru millum vaksandi krøv og avmarkað tilfeingi. Sjúkrahússtjórarnir skulu vera førir fyri at taka neyðugar avgerðir, sum laga organisatiónina til framtíðina.

Væntað verður, at sjúkrahússtjórarnir hava royndir við at handfara truplar støður. Tað hevur týdning, at stjórin er stigtakari, stuðlar og átekur sær ein virknan leiklut í fíggjar- og málstýring á sjúkrahúsinum.